Fríði Holm longir við FC Suðuroy verður útleigaður til EB/Streym

BySuðuroyarportalurin

18. desember 2025

Álopskendi og orkumikli leikarin, sum síðstu árini hevur ment seg til at verða ein av stuðulsleikarunum hjá FC Suðuroy, hevur gjørt nýggjan 2-ára sáttmála við barndómsfelagið, ið fevnir um kappingarárini 2026 og 2027.

Samstundis er leigusáttmáli gjørdur við EB/Streym fyri komandi kappingarár, soleiðis at Fríði framhaldandi verður at síggja í Betri deildini komandi ár.

Vit ynskja Fríða allar bestu eydnu í EB/Streymi komandi ár og gleða okkum at síggja hann aftur í kongabláu farvuni til kappingarárið 2027, skrivar FC Suðuroy á Facebook vanganum.

Facebook viðmerkingar