Mánadagin 29. desembur skipað Valkyrjurnar fyri tiltakinum Suðuroyggin kallar! og Vágs Kommuna verður við.
Vágs Kommuna er ein av luttakarunum, sum verður við, tá tiltakið Suðuroyggin kallar! verður SALT. Komið forbí okra bás til eitt prát um arbeiðsmøguleikar, bústaðarmøguleikar og frítíðarítriv – ja, hvussu tað er at liva í Vági.
Um tiltakið upplýsa Valkyrjurnar
Valkyrjurnar skipa fyri tiltaki, ið varpar ljós á alt tað góða í Suðuroynni. Vit vilja m.a. vísa á arbeiðsmøguleikar, bústaðarmøguleikar og frítíðarítriv – alt, ið kann vera innbjóðandi fyri einum innihaldsríkum gerandisdegi í Suðuroynni.
Suðuroyggin hevur ótrúliga nógvar møguleikar bæði til børn, ung, vaksin og eldri, og tiltakið verður ein heildaruppliving, har allar fyritøkur, vinnurekandi, áhugafeløg, ítróttar- og listafeløg í Suðuroynni hava møguleika fyri at hava ein bás og vísa tað, tey hava at bjóða. Dagurin er eisini ein gyltur møguleiki hjá luttakarum at hittast, netverka og harvið styrkja núverandi virksemi í oynni.
Okur síggjast í Salt til eitt sera spennandi tiltak!


Facebook viðmerkingar