Tvøroyrar býráð hevur á fundi 22. desember 2025 einmælt samtykt at áseta tænastugjald á tóm býli galdandi frá 1. januar 2026. Tænastugjaldið verður ásett til kr. 6.700,- pr. býli um árið og verður endurskoðað á hvørjum ári í desember .
Heimild og grundarlag
Ásetingin byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum møguleika at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommunan kortini er áløgd at veita grundleggjandi tænastur fyri:
- vatnveiting
- fráveiting av kloakk
- burturbeining av húsarhaldsburturkasti
- brunatilbúgving .
Lógin ásetur, at um ein kommuna velur at nýta hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi, uttan mun til um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ei.
Útrokning grundað á veruligan kostnað
Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur. Bygt á miðal rakstrartøl fyri árini 2020–2024 og sambært upplýsingum úr bygningsskránni, er miðal kostnaðurin roknaður til kr. 6.700,- pr. býli um árið .
Tænastugjaldið er sett í samsvari við lógina soleiðis, at tað:
- hvílir í sær sjálvum
- fevnir einans um veruligar útreiðslur
- liggur undir ásettum hámarki fyri 2026, sum er kr. 7.945,- pr. býli .
Hvat er eitt býli?
Í sambandi við tænastugjald á tóm býli verður hugtakið býli skilmarkað sambært lógargrundarlagnum soleiðis:
Eitt býli er hús, íbúð ella líknandi, sum er egnað at verða nýtt til bústað.
Eitt býli er m.a. eyðkent við, at:
- vatn er lagt inn
- kloakk er bundin í býlið .
Hugtakið fevnir um:
- vanlig sethús
- tvíhús og raðhús
- íbúðir í íbúðarblokkum
- íbúðir í virkisbygningum
- búðir á neystaloftum og líknandi.
Smærri bygningar, sum úthús, bilhús, hjallar og neyst, ið ikki eru egnaðir til bústað, eru ikki fevndir av hugtakinum býli í hesum høpi .
Íbúð í húsi, har eigarin sjálvur býr, og har íbúðin ikki er frámatrikulerað sum sjálvstøðug íbúð, er heldur ikki fevnd av reglunum um tænastugjald á tóm býli.
Fíggjarligar avleiðingar
Í fíggjarætlanini fyri 2026 er mett, at tænastugjaldið kann geva kommununi inntøkur á uml. kr. 500.000,-. Endamálið er at tryggja eina rímiliga javnvág, soleiðis at útreiðslur til hesar felags tænastur ikki einans verða hildnar av teimum, sum hava skrásettan bústað í kommununi .
Víðari framferð
Tænastugjaldið kemur í gildi frá 1. januar 2026. Kommunan ger sjálv av, hvussu gjaldið verður kravt inn (mánaðarliga, hálvárliga ella árliga), og eigarar av tómum býlum fáa nærri kunning um innkrevjing og gjaldingarfreistir í næstum.


Facebook viðmerkingar