Fíggjarlógin fyri 2026 samtykt

BySuðuroyarportalurin

19. desember 2025

Í gjárkvøldið varð fíggjarlógin fyri 2026 samtykt. Eg havi havt tann heiðurin at verða limur í Fíggjarnevndini. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi verið í “maskinrúminum” í fíggjarlógararbeiðinum, sum hevur verið ígongd í umleið 2 mánaðir. Eitt spennandi og læruríkt tíðarskeið.

Í fíggjarlógararbeiðinum er vanligt, at flokkarnir hava ynskir um ymiskar broytingar. Kanska var onkur skerjing ov stór, onkur játtan ov lítil, ella var onkur játtan ikki við, tá fíggjarlógaruppskotið varð borið í Løgtingið.

Úr rúgvini av tillagingum, eri eg serliga glaður fyri, at ætlaða skerjingin av Fróðskaparsetri Føroya var broytt og Máltøknidepilin á Setrinum harumframt fekk hægri játtan.

Har eru eisini ein røð av góðum raðfestingum til tey veikastu í samfelagnum, t.d. Barnabati, Títt Rúm, og Headspace, sum er eitt lággáttar-tilboð til ung.

Eg eri eisini sera fegin um, at tað bar til at fáa hægri rakstrarjáttan til Suðuroyar Sjúkrahús og fáa sett játtan av til at byggja út starvsfólkabygningin á Sjúkrahúsinum.

Somuleiðis eru tvær týðandi játtanir til Skúladepilin í Suðuroy. Ein til at fyrireika útbygging, soleiðis at slepst undan at undirvísa í kantinuni hjá lærarum og leiga hús í Hovi til undirvísing.

Og ein játtan til Heilsuskúlan, soleiðis at eitt næmingaheim kann knýtast at Heilsuskúlanum og nøkta tørvin hjá øllum teimum, sum kom norðanfjørðs at ganga á Heilsuskúla.

Í Fíggjarnevndini tók ein skemtandi til: “so suðuroyingar kunnu arbeiða saman” – vísandi til, at Bjarni Hammer og eg havi verið í Fíggjarnevndini. -Og skal eg eisini skunda mær at siga, at bæði Bjarni Hammer og eg og øll hini í Fíggjarnevndini hava arbeitt sera væl saman nú Fíggjarlógin fyri 2026 hevur verið á skrá. 

Dennis Holm, løgtingslimur fyri Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar