Øll hava ikki frí um jólini

BySuðuroyarportalurin

23. desember 2025

Meðan flestu okkara kunnu vera saman við okkara kæru um høgtíðina eru tað onnur, sum røkja týðandi størv hvønn dag í árinum, eisini á jólum.

Starvsfólk á sjúkrahúsum, røktarheimum, bústovnum og sambýlum, starvsfólk hjá SEV, fólk umborð á ferjum, sjófólk og øll tit mongu, sum á so ymiskan hátt tryggja at samfelagið altíð er tilbúgvið at taka sær av trygd og vælferð árið runt.

Øll tit eiga eina hjartans tøkk og fáa eina serliga jólaheilsu.

Vit hava eitt gott og trygt samfelag tí tit gera tykkara.

Flestu tykkara hava eisini familjur, sum tit ikki kunnu vera saman við jólaaftan. Eisini tær familjurnar eiga eina serliga jólaheilsu.

Sjálvsagt høvdu tit vilja hildið jól saman við tykkara. Soleiðis er í einum samfelag. Vit eru øll óloysiliga knýtt hvør at øðrum og treytað hvørt annað. Hetta er gott at minna okkum á í gerandisdegnum, og tað gerst serliga sjónligt um høgtíðirnar.

Tit eiga allar tøkkir og øll góð ynski um eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi tíðum. Tit geva av tykkum sjálvum og geva øðrum eini gleðilig jól.

Sirið Stenberg
Tollaksmessudagur 2025

Facebook viðmerkingar