Námsfrøðingar og avloysarir til Dagstovnin Brosið í Hvalba

BySuðuroyarportalurin

22. desember 2025

Søkt verður eftir

Tveimum námsfrøðingum til barnagarðstovur á 30 tímar um vikuna. Eitt av størvunum er farloyvistarv í tíðarskeiðnum 2.februar til 31.desember 2026   

Størvini verða at byrjað 2. februar 2026 ella skjótast til ber.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Eisini verður søkt eftir føstum avloysarum til feriu, sjúku o.l.

Um stovnin

Brosið er ein kommunalur dagstovnur, ið lat upp í august 2017.

Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.

Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll, kommunala spæliplássið og fjøruna.

Vit hava sera góðar umstøður, bæði innan- og uttandura, sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.

Vit kunnu bjóða:

•  eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og menna 

   námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

•  eitt starv, har tú kanst hava ávirkan og nýta tínar dygdir

•  at tú verður partur av einum góðum og dugnaligum starvsfólkahópi

•  eitt starv, har tíð er sett av til fyrireiking og eftirmeting av námsfrøðiliga arbeiðinum

Vit vænta, at tú:

   hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar heldur enn forðingar

   tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt

 •  ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

 •  hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

   kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag

 •  ynskir áhaldandi at menna teg fakliga

 •  kanst arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum sum stovnurin brúkar

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580

Umsókn saman við prógvi, cv og møguligum viðmælum, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 5.januar 2026 kl.12.00.

Hvalbiar kommuna

Bíarvegur 2

Fo-850 Hvalba ella til hvalba@hvalba.fo

Facebook viðmerkingar