Í dag, mánadagin 29. Desember er tiltakið Suðuroyggin kallar! í Salt frá kl. 15 til kl. 21.
Skráin fyri dagin er sum víst á myndini.
Um tiltakið:
Valkyrjurnar skipa fyri tiltaki, ið varpar ljós á alt tað góða í Suðuroynni. Vit vilja m.a. vísa á arbeiðsmøguleikar, bústaðarmøguleikar og frítíðarítriv – alt, ið kann vera innbjóðandi fyri einum innihaldsríkum gerandisdegi í Suðuroynni.
Suðuroyggin hevur ótrúliga nógvar møguleikar bæði til børn, ung, vaksin og eldri, og tiltakið verður ein heildaruppliving, har allar fyritøkur, vinnurekandi, áhugafeløg, ítróttar- og listafeløg í Suðuroynni hava møguleika fyri at hava ein bás og vísa tað, tey hava at bjóða.
Dagurin er eisini ein gyltur møguleiki hjá luttakarum at hittast, netverka og harvið styrkja núverandi virksemi í oynni.
Fyribilsskrá:
- Básar: arbeiðspláss / vinna / frítíðarvirksemi / áhugamál
- Framløgur hvønn tíma – persónligar søgur um at liva í Suðuroynni
- Matsøla
- Barr
- Quiz við góðum vinningi
- Spælirúm til børn
Okur síggjast í Salt til eitt sera spennandi tiltak!


Facebook viðmerkingar