Stórur morgunmatur í Vágs Høll nýggjársaftan í Vági

BySuðuroyarportalurin

29. desember 2025

Í Vági verður nógv gjørt burturúr nýggjárshaldinum, eins og tað hevur verið gjørt síðani einaferð miðskeiðis í 1960árunum.

Millum tiltøkini, sum eru á skrá nýggársaftan er stórur morgunmatur. Seinastu árini hevur morgunmaturin verið í VB-húsinum, men áhugin fyri morgunmatinum er so stórur, at Nýggjársnevndin hevur gjørt av, at flyta morgunmatin í Vágs Høll.

Sum vant, so er morgunmaturin ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin til morgunmat í Vágs Høll frá kl. 9.30 til kl. 12.00.

Myndin er frá fyrireikingunum í Vágs Høll, har borð og stólar eru settir upp til stórt hundrað lið.

Facebook viðmerkingar