Stórdansur á Eiðinum í Vági nýggjársaftan

BySuðuroyarportalurin

30. desember 2025

Stórur nýggjársdansur verður á Eiðinum í Vági nýggjársaftan, har dansur verður bæði í Vágs Høll og í VB-húsinum.

Í  Vágs Høll spæla Rox, Páll Finnur Páll og DJ Annand. Í VB-húsinum spæla Sommerson Band og DJ Annand.

Dansurin byrjar sum vant eftir bálið og fýrverksshowið á Sandinum.

Vil tú sleppa undan at standa í kø og keypa atgongumerki til dansin, so fáast atgongumerki í forsølu í Stóra Pakkhúsi, har Nýggjársnevndin í Vági eisini hevur fýrverkssølu.

Facebook viðmerkingar