Um smáar tveir mánaðir byrjar fótbólturin aftur og sum kunnugt verður ongin fótbóltur í bestu mansdeildini í Suðuroynni í ár, tí bæði TB og FC Suðuroy fluttu niður úr bestu deildini í fjør. Og besta deildin eitur nú Meistaradeildin, meðan næstbesta deildin framvegis eitur 1. deild.
Fyrsta umfar hjá 1. deild er leygardagin 7. mars. TB byrjar á heimavølli, meðan FC Suðuroy spælir úti.
Fyrsti dystur hjá TB verður við Stórá ímóti NSÍ, meðan FC Suðuroy skal Inni í Dal á Sandi spæla ímóti B71.
1. umfar í 1. deild verður spælt soleiðis:



Facebook viðmerkingar