Andres, Hans Jacob og Harry til EM-undankapping

BySuðuroyarportalurin

9. januar 2026

Flogbóltssambandið: U18 landsliðið við dreingjum í flogbólti skal frá 12. til 14. januar luttaka í EM undankapping í Dublin. Talan er um dreingir, sum er føddir í 2009 og seinni.

Í kappingini møta dreingirnir Írlandi, Norðurírlandi, Skotlandi og Íslandi. Kappingin hjá dreingjunum er skipað í einum bólki, har føroysku dreingirnir mánadagin 12. januar leika ímóti Skotlandi. Týsdagin 13. januar møta teir Írlandi og Norðurírlandi, og síðsti dysturin er 14. januar ímóti Íslandi.

Eins og hjá gentunum fer vinnarin av kappingini víðari til EM endaspælið. Endaspælið hjá evropeisku U18 dreingjunum verður í Italia frá 7. – 18. juli. Nr. 2 í kappingini skal til enn eina undankapping. Hendan verður 26. – 29. mars. Staðsetingin fyri hesa undankappingina er ikki ásett enn.

Liðið er mannað við hesum leikarum:
Andreas Thorsteinsson, TB
Hans Jacob Gaard Petersen, TB
Harry Jacobsen Øster, TB
Magnus Højgaard, Ternan
Jóhan Kass Henriksen, Ternan
Elias Búason Jensen, Ternan
Kaj Anton Johannesen, Ternan
Tobias Thomsen, Ternan
Petar Ilic, ÍF
Jónstein Jacobsen, ÍF
Filip Jovovic, ÍF
Óli Hvítklett, Mjølnir

Høvuðsvenjari er Rajko Petrovic og hjálparvcenjari Milorad Ristovic. Ferðaleiðari hjá dreingjunum er Hanna Helena Weihe Simonsen.

Steinar W. Tórgarði frá NB Fysioterapi er fysioterapeutur hjá báðum U18 landsliðum.

Dreingirnir fara avstað við Atlantsflog tíðliga í morgin og eru frammi í Dublin í annaðkvøld.

Facebook viðmerkingar