Á hugnaligari samkomu á Vinnuháskúlanum í dag, mikudagin, 14. januar , fingu 27 lesandi prógv handað.

Maskinmeistarar: Adrian Salberg Mouritsen, Andrias Lind Jacobsen, Bjartur Hansen, Brynjar Petersen, Jákup Danielsen, Jógvan Absalon Matras Absalonsen, Jón Ljósstein Müller, Jósef Sivertsen, Kristoffur Vidtfeldt, Olgar Eysturdal Justesen, Nicklas Olivur Dam, Pætur Heinason, Sámal Pauli Bernharsson Petersen og Ægir Tóruson við Úlvsá
Adrian Salberg Mouritsen vantar á myndini.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Ægir Tóruson við Úlvsá fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum
Nicklas Olivur Dam fekk eitt lummaur frá Smyril Line
Brynjar Petersen fekk ein grindaknív frá S.E.V.

Skiparar: Ari Haraldsen, Danjal Jákup Hanusarson Poulsen, Jóhann Hafþór Gaardlykke, Sakaris Aniano Banzon Sakarisson, Heini Hanusarson, Jan Tórheðinsson, Mikkjal Petersen, Martin Steingrund og Niklas Leivur Ejdesgaard
Niklas Leivur Ejdesgaard vantar á myndini.
Virðislønir fyri hægsta próvtøl:
Sakaris Aniano Banzon Sakarisson fekk eitt klokkusett frá Navigare Shipping
Heini Hanusarson fekk eitt klokkusett frá Faroe Ship
Danjal Jákup Hanusarson Poulsen fekk ein kikara frá P/F Thor

Skipsførarar: Andrias Sørensen, John Haldansen, Jógvan Jákup Højsted og Rói Dalsá Olsen
Rói Dalsá Olsen vantar á myndini.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Andrias Sørensen fekk ein sekstant frá Skipara- & Navigatørfelagnum
John Haldansen fekk eitt ur frá Maersk A/S


Facebook viðmerkingar