So er várskeiðið á Ítróttaháskúlanum byrjað

BySuðuroyarportalurin

13. januar 2026

Síðani fyrst í desember, hevur verið at kalla myrkt í næmingaheiminum í Vàgi hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, men nú er ljós aftur og tað er sjón fyri søgn í nærumhvørvinum, at várskeiðið á Ítróttaháskúlanum er byrjað.

Tað eru pláss fyri 48 næmingum á Ítróttaháskúlanum og var várskeiðið fyri langari tíð síðani full sett. Tað eru 24 gentur og 24 dreingir á várskeiðnum og tey eru øll úr Føroyum.

Várskeiðið er í 20 vikur og fara næmingar hesar 20 vikurnar at fáa upplivingar fyri lívið á einum av mest spennandi skúlum í Føroyum.

Sum vant, so varð byrjað við introtúri og í ár fevndi túrurin um at ganga 10 fjallatoppar í syðra parti av Suðuroynni. Her eru tey avmyndaði á toppinum á Beinisvørði.

Facebook viðmerkingar