Fær stóran týdning fyri heilsustøðuna hjá teimum eldru – og hjá starvsfólkunum

BySuðuroyarportalurin

13. januar 2026

Lionslimirnir, frá vinstru, Martin í Nesi, John Berg, Hans Pauli Henryson og Bent Albinus, forseti, við einum av teimum trimum nýggju massasjustólunum

– Hetta er ein stórfingin gáva, sum fer at fáa stóran týdning fyri almennu heilsustøðini, bæði hjá teimum eldru og hjá starvsfólkunum.

Tað sigur Heri Norðberg, stjóri í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu.

Lions Suðuroy hevur gjørt av at játta Suðuroyar Bú- og Heimatænastu tríggjar framkomnar massasjustólar – ein til eldrasambýlið í Hvalba, ein til dagtilhaldið á Tvøroyri og ein til ellis- og røktarheimið, Hamragarð, í Vági.

Stólarnir vórðu handaðir stutt fyri jól tá ið limir í Lions Suðuroy vóru á vitjan á trimum støðunum við gávunum.

Massasjustólarnir eru ætlaðir til bæði búfólk og starvsfólkini á heimunum, umframt til tey eldru sum dagliga eru í dagtilhaldunum.

Bent Albinus, forseti í Lions í Suðuroy, sigur, at tað var komið teimum fyri oyrað, at tey í dagtilhaldinum á Tvøroyri ynsktu sær ein slíkan massasjustól til tey eldru.

Men hann sigur, at Lions Suðuroy gjørdi av at játta tríggjar massasjustólar, ein til hvørt staðið –  Sambýlið í Hvalba, Hamragarð í Vági og dagtilhaldið á Tvøroyri.

– Endamálið hjá Lions er jú at stuðla í lokalsamfelagnum, og ikki minst eru tað tey sjúku, veiku og gomlu, Lions vil veita eina hjálpandi hond, segði hann tá ið stólarnir vórðu handaðir.

– Lions Suðuroy vónar at hesir massasjustólarnir kunnu verða eitt íkast til at bøta um lívsgóðskuna hjá teimum eldru, og hjá starvsfólkunum, segði Bent Albinus.

Stjórin í Suðuroyar Bú- og Heimastænastu heldur, at hetta er eisini ein stór viðurkenning av tí arbeiði, starvsfólkini gera. Hann sigur, at hetta vísir, at onkur hugsar um tey og virðismetir teirra arbeiði – og tað eru tey kanska ikki altíð so von við.

Hann sigur, at starvsfólkini hava eitt kropsliga tungt arbeiði og tí fara tey, heilt vist, eisini at fáa stórt gagn av massasjustólunum.

Aldursforsetin í Lions Suðuroy, hin 98 ára gamli Einar Larsen, roynir ein av massasjustólunum

Facebook viðmerkingar