NePtuN yrkir um Suðuroyartunnilin “Seinasta vónin???”

BySuðuroyarportalurin

13. januar 2026

Seinasta vónin???

Akselsa valið
er komið í vanda,
tí fláirnar danda
í Djúpadali.

Nú er so galið,
at einasti blettur,
sum nú er eftir,
er Skorðin í Dali.

Men har býr jú fuglur –
náti og erla –
ein nátúruperla –
onkur sá uglur.

So menn missa tolið,
nú eingin blettur
á Sandoy er eftir
til Suðriarholið.

Men kanska ein kjansur
er Dalsflesin gamla,
har kobbarnir damla –
og trettandadansur.

NePtuN (2026)

Facebook viðmerkingar