Nýggjur flokkur av heilsuhjálparum byrjar í mars

BySuðuroyarportalurin

12. januar 2026

Ein nýggjur flokkur av heilsuhjálparum byrjar 30. mars.

Freistin at søkja er 15. januar, men vit taka næmingar upp, so leingi sum pláss eru tøk, skrivar Heilsuskúli Føroya.

Hevur tú spurningar ella ivamál, ring so til okkum á 614210 ella skriva til okkum á heilsuskulin@skulin.fo

Tú finnur umsókn og oyðublað til løn undir útbúgving á okkara heimasíðu og vit vegleiða teg fegin í øllum viðurskiftum. Sí annars kunning um øll viðkomandi viðurskiftir á heimasíðuni https://www.heilsuskulin.fo/.

Facebook viðmerkingar