Vágs kommuna: 1. mars byrjar Elisabeth Johansen sum fíggjarleiðari í Vágs Kommunu.
Vágs Kommuna søkti í novembur eftir nýggjum fíggjarleiðara. Tá umsóknarfreistin var farin, vóru fýra umsóknir til starvið, og avgjørt varð at seta Elisabeth Johansen í starvið sum fíggjarleiðari.
Elisabeth er 34 ára gomul og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS. Hon kemur úr starvi sum grannskoðari hjá Menta. Elisabeth er búsitandi í Havn, men flytir til Vágs í samband við nýggja starvið.
Starvið er tíðaravmarkað til 31. desembur 2028.


Facebook viðmerkingar