Desembur 2025 – hvussu hann royndist til veður

BySuðuroyarportalurin

11. januar 2026

Veðurstova Føroya: Nú er desembur 2025 farin um bak – hvussu royndist hann til veður?

Næstan allan mánaðin var eitt máttmikið hátrýst yvir Evropa og eitt annað yvir Grønlandi. Tey broyttust ikki nógv, fluttu seg bert eitt sindur ein veg ella annan veg, og mátturin í teimum var somuleiðis mestsum tann sami næstan alla tíðina. 

Lágtrýstini tóku seg upp, sum tey plaga, yvir USA ella Kanada og tóku eina leið eystureftir ímillum hátrýstini yvir Grønlandi og Evropa og ímóti okkum.

Les meira her.

Facebook viðmerkingar