Vestmenningar og Hvalbingar hava keypt Biritu

BySuðuroyarportalurin

15. oktober 2026

Sum skilst, so er partafelagið, Gráastein Sp/f, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu TN 132, selt. Keypsprísurin er onkunstaðni ímillum 250 og 300 mill. kr. frættist.

Keypararnir eru eitt felag aftanfyri uppsjóvarskipið Vestmenning, sum fer at eiga 40%, og eitt felag aftanfyri uppsjóvarskipið Arctic Voyager (Hvalba), sum fer at eiga 60%.

Birita er ikki gamalt skip í føroyska flotanum. Tað kom á Havnina í november í 2021. Skipið kallaðist tá Havfisk og var keypt úr Norra.

Í november í 2025 var ætlan at selja Biritu. Tá skrivaði Frihedsbrevet, at trý reiðarí høvdu ætlanir at bjóðað 258 milliónir krónur, men tað kom ikki so langt.

Herfyri var ætlanin at Gráastein Sp/f skuldi uppí eitt stórreiðari. Kappingareftirlitið hevði tá góðkent, at Ango, Gráastein og helvtin av felagnum Kinnfelli, sum nú eitur smápartafelagið 7. mai 2026, skuldu leggja saman í eitt felag. 

Fyri Gráastein Sp/f bleiv tað av ongum. Eftir tí, ið frættist, so er framhaldið av søguni sum nevnt, at Gráastein Sp/f, sum eigur Biritu, nú er selt til tvey feløg, eitt í Vestmanna og eitt í Hvalba.

Facebook viðmerkingar