Nógvi stormurin í gjár hevur kravt eitt mannalív. Tað var eftir eina hending uttanfyri Bygma Balslev inni á Oyrunum í Vági. Har fóru tveir mans seinnapartin út at tryggja ymiskt tilfar, so at tað ikki feyk í vindinum.
Undir tí arbeiðnum fekk ein 40 ára gamal maður so stóran skaða, at hann varð fluttur á sjúkrahúsi, men har varð staðfest, at hann var deyður.
Løgreglan sigur, at eingin sá akkurát hvat tað var sum hendi, men tey halda, at okkurt varð tikið av vindi og rakti hann so meint, at hann doyði.


Facebook viðmerkingar