Mentanargrunnur Landsins hevur játtað 1,5 milliónir krónur í stuðli til 14 filmsverkætlanir.
Tað skrivar Mentanargrunnurin í tíðindaskrivi.
Tilsamans komu 36 umsóknir inn, og søkt varð um 5,4 milliónir krónur.
Størstu stuðulsupphæddina, 250.000 krónur, fekk heimildarfilmurin “Menniskja” hjá Rúnu V. Højgaard.
Heimildarfilmurin “Hatta tosa vit ikki um” fekk 200.000 krónur, og “Semd” hjá Jan Lamhauge fekk 190.000 krónur.
Stuðulin verður latin til at menna og framleiða føroyskar filmar, bæði spælifilmar, heimildarfilmar og aðrar filmsverkætlanir.
Samlaða filmsjáttanin hjá Mentanargrunni Landsins er í ár 6,6 milliónir krónur, og stuðul verður latin fýra ferðir um árið.


Facebook viðmerkingar