Í Vági ber til at byggja bíligar íbúðir

BySuðuroyarportalurin

8. januar 2026

Seinastu nógvu mánaðirnar hevur kjakið um bústaðarbygging í Føroyum snúð seg um, at tað er sera dýrt at byggja bústaðir, og av somu orsøk verða ov fáir bústaðir bygdir, og stóri eftirspurningurin verður tí ikki nøktaður.

Men í Vági byggir fyritøkan Norcon 4 íbúðir, sum eru 100 fermetrar til støddar og íbúðirnar verða seldar fyri 1,85 mió. kr. (v/ MVG). Ein sølukostnaðurin, sum er 18.500 kr. fermeturin, og er hetta ein søluprísur, sum er væl lægri enn byggikostnaðin (ikki søluprísin!) av bústøðum í miðstaðarøkinum, sum hava verið frammi í almenna rúminum.

7.100 kr. um mánaðin fyri íbúð á 100 fermetrar
Verður roknað við, at 10%, tvs. 185.000 kr. er eginpeningur, og restin, 1,65 mió. kr. verða lánifíggjaðar yvir 25 ár við 4,5% í rentu, so verður lánsgjaldið (ella húsaleigan) umleið 7.100 kr. um mánaðin fyri íbúðina, sum er 100 fermetrar til støddar.

Afturat hesum kemur so el og hiti, sum er mett til at verða 800-1.000 kr. um mánaðin í íbúðunum á Bøgøtu í Vági.

Alt kann ikki bara verða business
Tað eru teir báðir, Hjalmar Magnussen og Rúni Eyðunsson, sum standa á odda fyri byggifyritøkuni Norcon. Ein fyritøka, sum bæði byggir bústaðir og eisini ger nógv beton-arbeiðið kring landið.

Hjalmar Magnussen og Rúni Eyðunsson

Okur hava m.a. gjørt fleiri íbúðir fyri Bústaðir, bæði í Hvannasundi og á Strondum, og eisini her í Vági. Okur hava eisini bygt næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum í Vági. Umframt hesar fýra íbúðirnar í Vági, so gera okur í løtuni m.a. komblingsstøð fyri SEV á Sandi og portalarnir í Dalstunlinum. Okur hava eisini gjørt portalarnir í Fámjinstunlinum og nógv beton-arbeiðið í bæði Sandoyartunlinum og Eysturoyartunlinum, greiða teir báðir frá.

Okur keyptu fyri tíð síðani grundstykkið her mitt í Vági við tí fyri eyga at byggja íbúðir. Eins og aðrastaðni kring landið, so eru tað avbjóðingar við at finna góðan bústað til ein rímiligan penga í Vági, og tí vildu okur verða partur av at loysa ein lokalan trupulleika, greiða Hjalmar og Rúni frá.

Tað er stórur eftirspurningur eftir bústøðum kring landið, og alt kann ikki bara verða business, har fyritøkur hava óvanliga stóran vinning av at byggja bústaðir. Okur hava lagt okkum eftir at byggja so bíliga sum tilber, tí tað skal jú eisini bera til hjá fólkið at búgva her, siga teir báðir.

Fýra íbúðir á 100 fermetrar mitt í Vági
Sum nevnt, so er talan um fýra íbúðir á 100 fermetrar við 3 kømrum. Bygt verður í tráð við øll krøv í byggilóggávuni og eisini í tráð við krøv frá kommununi um parkeringsviðurskifti og so framvegis. -Og gongst sum ætlað, so verða tær lidnar og klárar at flyta inn í fyrst í desember mánað.

Okur høvdu í eina tíð leitað eftir grundstykki her í Vági og hava alla tíðina havt fokus á, at beligginheitin má verða góð, og keyptu so hetta grundstykkið frá einum privatum, og nú eru okur so væl ígongd, greiða Hjalmar og Rúni frá.

Tað ber til at loysa á bústaðartrupulleikarnar
Tað er ein syrgilig støða hjá fólki, at tey ikki hava møguleika at seta búgv, tí tað er so dýrt at keypa. Men byggingin av hesum fýra íbúðunum vísir jú, at tað ber til at byggja bíligt, soleiðis tað ber til hjá fólki at fáa tak yvir høvd og samstundis kunna liva, siga Hjalmar og Rúni.

-So ja, tað ber væl til at loysa bústaðartrupulleikarnar og byggja bíligt, í ávísan mun snýr tað seg næstan bara um at fáa atgongd til grundstykkir, sum ikki eru ov dýr, soleiðis at tað trýstir prísin upp, og har kunnu kommunurnar sjálvandi gera sín lut, siga teir báðir at enda.

Facebook viðmerkingar