Ársins fyrsti uppstillingarfundur

BySuðuroyarportalurin

15. januar 2026

Miðflokkurin boðar frá, at ársins fyrsti almennur uppstillingarfundur verður hóskvøldið 29. januar kl. 19.30 á Panorama, Hotel Hafnia, í sambandi við komandi Løgtingsval í 2026.

Á fundinum verður høvi at:

  • hitta nýggj valevni til Løgtingsvalið,
  • fáa kunning um politiska arbeiðið hjá Miðflokkinum,
  • og at tekna seg á vallistan sum valevni.

Fundurin er opin fyri øll, ið hava áhuga fyri Miðflokkinum og politiskum arbeiði. Vit vóna at síggja nógv fólk til hendan týdningarmikla fund.

Miðflokkurin

Facebook viðmerkingar