Tað er ikki rætt at blanda málið við tjóðarsemjuni upp í margháttligu støðuna, ið Grønland er komið í.
Tann støðan snýr seg um Grønland og grønlendska fólkið, og tað er har okkara stuðul eigur at vera.
Tí er tað óvirðiligt at gagnnýta støðuna hjá grønlendska fólkinum við at draga tað upp í tjóðarsemjuna í Føroyum. Vónandi hava allir flokkar í Føroyum víst grønlendska folkinum sín stuðul.
Fremsta málið hjá okkum í Tjóðveldi er framvegis at føra Føroyar fram á sjálvstýrisleið, tí málið er at vit gerast ein sjálvstøðugur statur. Tað er trupult at vera eitt lítið land millum stórar statir, men enn truplari at vera eitt lítið hjáland millum statir.
Arbeiðið við tjóðarsemjuni heldur fram, og er ikki bundið at Grønlandi.
Grønland handlar sína vegna og vit handla okkara vegna.
Vit mugu skilja tingini sundur.
16.01.25
Sirið Stenberg


Facebook viðmerkingar