Súsanna spyr um miðlingin hjá KVF av lógaruppskotinumum Suðuroyartunnilin

BySuðuroyarportalurin

23. januar 2026

Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, spyr í skrivligum spurningi Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um miðlingin hjá KVF av lógaruppskotinumum Suðuroyartunnilin,

Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinnaí uttanríkis-og mentamálum
Evni: Miðlingin hjá KVF av lógaruppskotinumum Suðuroyartunnilin

Spurningar:

1.Hvussu nógv innsløg hevur KVF gjørt um uppskotið til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum?

2.Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við umboð fyri P/FSuðuroyartunnilin í hesum innsløgum?

3.Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við umboð fyri fyritøkuna Norconsult í hesum innsløgum?

4.Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við aðrar serfrøðingar, sum P/FSuðuroyartunnilin ráðførir seg við?

5.Er landsstýriskvinnan nøgd við miðlingina hjá KVF av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum?

Viðmerkingar:

Á heimasíðuni hjá KVF stendur m.a., at:
-Kringvarpið er til fyri allar føroyingar og sum miðil byggir alt sítt virki á meginreglurnar um góðan fjølmiðlasið,
-Føroyingar hava álit á Kringvarpinum,og at álit er ein fyritreyt fyri savningarmegini í samfelagnum. Uttan álit er spjaðingin ivaleys; tá tagnar samrøðan, og einans skuldsetingar og brigsl standa eftir,
-Aðalmálið er at framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, at allir borgarar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt.

Spyrjarin vil fegin vita, um KVF livir upp til egnar leiðreglur um fjølmiðlasið og til aðalmálið hjá KVF, tá tað snýr seg um miðlingina av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni.

Á Løgtingi, 23. januar 2026
Súsanna Bertholdsen

Facebook viðmerkingar