Skúlablaðið:
UNGDÓMSTING: Tað halda ung úr 9. flokki í Tvøroyar skúla, sum hava lagt uppskot fram á Ungdómsting at tvífalda játtanina til Suðuroyartunnilin.
Uppskotssetararnir eru Femja í Lágabø, Sissal Ellendersen og Talita Johannesen, ungdómstinglimir og næmingar úr 9.flokki í Tvøroyar skúla. Uppskot teirra er at lata suðuroyartunlinum munandi hægri játtan. Í viðmerking til uppskotið lýsa tær málið soleiðis:
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 og 2026 eru játtaðar árliga 100 mió. kr. at seta í partafelagið Suðuroyartunnil sum partapeningur. Ætlan landsstýrisins er harumframt at játta 100 mió. kr. um árið í tíðarskeiðinum 2027–2034; tilsamans 1 mia. kr. í tíðarskeiðinum 2025–2034. Upphæddin er partur av samlaða løgukarminum hjá landinum, sum eftir ætlan fer at liggja um 600 mió. kr. árliga komandi árini. Harumframt verða 350 mió. kr. úr Íleggingargrunninum settar av til verkætlanina. Uppskotssetararnir meina, at landsstýrið eigur at raðfesta verkætlanina hægri, og halda tí, at mann skal seta tvífalt so nógvan pening av á fíggjarlógini, nevniliga 2 mia. kr. yvir sama tíggju ára skeið ístaðin fyri 1 mia. kr. Hetta merkir, at mann á fíggjarlógini játtar 200 mió. kr. um árið í tíggju ár heldur enn 100 mió. kr. um árið.
– Tí mæla vit til, at mann umframt tær tvær ferðirnar 100 mió. kr., sum longu eru settar av í ávikavist 2025 og 2026, við hesi eykajáttan játtar 200 mió. kr. afturat í 2026, soleiðis at játtaða upphæddin fyri 2025 og 2026 tilsamans kemur upp á 400 mió. kr. Næstu átta árini (2027-2034) skulu so játtast 200 mió. kr. um árið. Við hesum verður partapeningurin, sum landið setur í P/F Suðuroyartunnil, tilsamans 2 mia. kr., tá tíðarskeiðið 2025-2034 er runnið.
Verður uppskotið samtykt fer tað at hava við sær, at P/F Suðuroyartunnilin ikki fer at nýtast at læna eins nógvan pening til at fíggja verkætlanina við, sum tað er ætlanin, siga uppskotssetararnir.
– Hetta fer at koma brúkaranum av tunlinum til góðar við munandi lægri prísi fyri at koyra gjøgnum tunnilin.
Uppskotssetararnir mæla til, at landsstýrið sjálvt ger umraðfestingar innan løgukarmin til at fíggja hesa uppraðfesting av Suðuroyartunlinum, soleiðis at samlaði árligu karmurin framvegis fer at liggja um 600 mió. kr. árliga komandi árini.
Nógvar grundgevingar verða nevndar at raðfesta suðuroyartunnilin hægri. Eitt nú tryggari og støðugari farleið.
Ungdómsting er í komandi viku. Níggju uppskot verða løgd fram og viðgjørd av næmingum úr sjey skúlum kring alt landið.


Facebook viðmerkingar