Í 2022 játtaði Vágs skúli at luttaka í gransking, ið Helgi Winther Olsen stóð fyri. Helgi og Vágs skúli kannaði um reglulig kropslig rørsla í skúlatíðini hevði nakra ávirkan á næmingarnar. Vágs skúli luttók sum kanningarskúli, og hevur havt tað á skrá í innskúlingini síðani
Helgi Winther Olsen vardi í november 2025 sína ph.d.-ritgerð um kropsliga rørslu í skúlanum, og nú sleppa okur øll at hoyra um hansara gransking, og um FIT FIRST ger nakran mun.
Fyrilesturin verður týskvøldið 3. februar, kl. 17.00, í Miðlatúni. Helgi fer at greiða okum frá sínum royndum, upplivingum og sjálvandi úrslitunum, ið koma fram í ph.d.-ritgerðini. Foreldur og avvarðandi eru hjartaliga vælkomin
FIT FIRST FOR ALL er eitt skúlabundið rørsluátak í Føroyum, har næmingar í aldrinum 7-16 ár fáa tríggjar 40-minuttir langar rørsluløtur um vikuna. Endamálið er at økja um kropsliga orku, vælveru og luttøku hjá øllum næmingum.
Kanningar vísa, at átakið hevur jaligar avleiðingar:
– Betri kropslig vælvera, serliga hjá dreingjum og yngru næmingunum.
– Styrkt konditión, har næmingar í royndarskúlanum øktu um úthaldni vi ðheilum 31%.
– Afturat hesum varð eisini skrásett betri smidleiki og kropssamanseting, umframt betri trivnaður og stórur hugur at luttaka.
FIT FIRST FOR ALL er sostatt eitt átak, sum við leikandi og aldurshóskandi rørslu skal skapa ein sunnan og virknan skúladag hjá øllum næmingum.


Facebook viðmerkingar