Fyrilestur við Gitte Klein: Hvør uppalir børnini?

ByMagnus Pauli West

3. februar 2026

Hvør uppalir børnini?
Vit liva í eini tíð, har skíggin fyllir alt meiri, ikki bert hjá børnum og ungum men sanniliga eisini hjá eldru ættarliðunum.
Børn og ung brúka helst meiri tíð á skíggjum, enn tey sova, og innihaldið á skíggjunum kemur av tí sama, at mynda tey meiri og meiri. Algoritmur og sosialir miðlar mynda hugburðir, vanar og atferð.
Í fyrilestrinum verður m.a. komið inn á, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera, tá ið børn brúka ov nógva tíð á skíggjum.

Fyrilesturin er ókeypis og í Miðlatúni týsdagin 3. februar klokkan 20.00.

Facebook viðmerkingar