SEV: Nýggja elbil appin hjá Sev er nú tøk í App Store og Google Play.
Fyri at gera tað lættari fyri verandi kundar, eru teirra vangar longu stovnaðir í nýggju appini, og teimum nýtist bert at fylgja leinkju í teldupostinum, sum tey hava fingið, fyri at koma inn á rætta stað.
Heimaløðistøðirnar eru fluttar yvir á nýggju skipanina, og almennu løðistøðirnar verða fluttar yvir fyrsta dagin. Tá tað er gjørt, verður verandi løðiportalur elbil.fo sløktur. Kunnað verður nærri um hetta seinni.


Facebook viðmerkingar