Kanska hevur onkur av tykum lagt til merkis, at skeltið hjá kommununi, sum stendur frammanfyri kommunuskrivstovuna, er nýmálað og lýst upp við ljósi.
Skeltið trongdi til eina kerliga hond, og í desembur varð skeltið tikið niður. Tá varð tað reinsað, pussað, grundað og málað í røttu litunum hjá kommununi. Arbeiðsmenn hjá kommunu hava stað fyri arbeiðnum at klárgera skeltið, og okur fingu lokalu listakvinnuna Mikalu Vilhelm at mála skeltið.
Skeltið varð sett upp aftur stutt undan jólum, og í gjár var elektrikari hjá MR-EL og setti ljós í skeltið.
Búmerkið hevur Poul B. Olsen gjørt í sambandi við búmerkjakapping, og Regin Debess hevur reinteknað endaliga búmerkið. Búmerkið er samansett av fimm eindum: slupp, fjall, hav og tjaldur, fevnt við rundari rammu. Eindirnar geva eitt lítið innlit í søguna hjá Vágsbygd.


Facebook viðmerkingar