Jarðfeingi kært KVF fyri misvísandi tíðindaflutningi um Suðuroyartunnilin

BySuðuroyarportalurin

15. januar 2026

Kæran hjá Jarðfeingi kann lesast her:

Góði Magnus

Viðgerðin hjá Kringvarpinum tann 8. og 9. januar av jarðfrøðiliga arbeiðinum viðvíkjandi suðuroyðatunnilinum, bæði í útvarpinum og á heimasíðuni, var so misvísandi, at vit við hesum vilja heita á Kringvarpið um at koma við eini rættleiðing.

Tann 8. januar á middegi er eitt innslag í útvarpinum, har byrja varð við at siga, at “Jarðfeingi mælir til, at øki við Skarvanes verður jarðfrøðiliga kannað nærri, áðrenn linjuføringin til suðuroyðatunnilin verður løgd endaliga”.

Tað er rætt, at vit mæla til at kanna øki við Skarvanes nærri, men vit hava hvørki skriva ella sagt, at hetta má gerast áðrenn linjuføringin til suðuroyðatunnilin verður løgd endaliga. Hetta má vera nakað sum journalisturin sjálvur er komin fram til.

Seinni í somu sending varð sagt, at “Frágreiðingin staðfestir nevniliga eina stóra asymetriska fold,(…) sum liggur í tí økinum. Jarðfeingi sigur í niðurstøðuni, at øki má kannast nærri, tí tunnilin, sambært linjuføring 1A, fer gjøgnum hetta sama øki tríggjar ferðir. Og tí er stór óvissa um jarðfrøðina, enn áður hildið”.

Vit hava ongantíð sagt, at tað er stór óvissa um jarðfrøðina í økinum við Skarvanes. Tvørturímóti, so er óvissan lítil, tí hetta øki eftirhondini er nágreiniliga kannað.

Faldin út fyri Skarvanes er væl kortlagdur og Jarðfeingi veit hvar hann er. Orsøkin til at Jarðfeingi hevur mælt til at gera nakrar boringar afturat, er fyri at fáa enn meira vitan um faldin. Ítøkiliga merkir hetta, at tann óvissan, sum altíð eru við jarðfrøðiligum forsøgnum, verður eitt vet minni.

Í útvarpstíðindunum kl 18:00 var tað so m.a. sagt, at “Heri Ziska sigur, at (…) jarðfrøðiliga kann stovnurin staðfesta, at óvissan er størri undir Skarvanesi, enn í øki har ongin faldur er”.

Hetta hevur Heri Ziska ikki sagt og tað er heldur ikki rætt. Óvissan er minst undir Skarvanesi, tí onnur øki eru ikki blivin kannaði í sama mun sum øki við Skarvanes.

Tað er týdningarmikið fyri tann, sum byggir tunnilin, at vita, at tað er ein fold júst har, so fyrilit kunnu takast fyri tí, tá tunnilin verður bygdur. Men Jarðfeingi hevur onki sagt um hvussu trupult ella lætt tað er at byggja ein tunnil gjøgnum ein slíkan fold. Tað er uppgávan hjá tunnilsverkfrøðingum, og ikki jarðfrøðingum, at meta um.

——————————————–0——————————————–

Samanumtikið er í høvuðsheitum talan um tveir skeivar pástandir hjá Kringvarpinum í hesum báðum tíðindasendingunum:

  1. At endaliga linjuføringin kann ikki verða løgd fyrr enn eyka kanningar, viðmæltar av Jarðfeingi, eru lidnar. Hetta hava vit ongantíð sagt og tað er heldur ikki rætt.
  2. Jarðfrøðiliga óvissan er størri undir Skarvanesi, enn í øki har ongin faldur er. Hetta er júst øvugt av sannleikanum, tí øki við Skarvanes er nágreiniliga kannað.

Hartil kemur ein pástandur í grein á heimasíðuni hjá Kringvarpinum tann 9. Januar við yvirskriftini “Løgmaður og Jarðfeingi siga hvør sítt um Djúpadal” og undiryvirskriftini “Aksel V. Johannesen sigur, at ongar reyðar lampur lýsa, men Jarðfeingi mælir til fleiri jarðfrøðiligar boringar”.

Tað er uppgávan hjá Jarðfeingi uttanveltað at lýsa jarðfrøðina eftir eini ávísari tunnilslinju. At Jarðfeingi mælir til fleiri kanningar er púra vanligt í tunnilverkætlanum og ikki í andsøgn við pástandin hjá løgmanni um at ongar reyðar lampur lýsa.

Vinalig heilsan

Niels Chr. Nolsøe
Jarðfeingi

Facebook viðmerkingar