Sluppin Johanna TG 326 hevur seinastu nógvu árini verið “pakka inn” um veturin við stórari presending.
Nú tað spakuliga er farið at vára, verður sluppin Johanna TG 326 eisini gjørd klár til summarið.
Í dag hava tey nógvu sjálvbodnu kring sluppina tikið presendingina av. Seint seinnapartin vóru pláturnar eftir at taka av.
Hvørt summar ger Johanna túrar bæði í Føroyum og uttanlands. Í ár eru fleiri áhugaverdir túrar uttanlands á skránni, skilst á fólkunum rundanum sluppina Johannu.


Facebook viðmerkingar