Leygardagin 25. apríl kl. 17 verður flaggdagshaldið við Minnisvarðan í Vági.
Skótaliðið Royndin skipar fyri flaggdagshaldinum við skrúgongu, røðu, felagssangi og drekkamunni.
Bjarni Hammer heldur flaggrøðuna, og Ljómur luttekur við sangi.
Skótar og úlvar møta kl 16.30 í Skótahúsinum, og ganga skrúgongu úr skótahúsinum kl. 16.45 oman til Minnisvarðan.
Aftaná tiltakið verður boðið til ein drekkamunn í Miðlatúni.
Øll eru hjartaliga vælkomin.


Facebook viðmerkingar