NORA ráðstevna í Vági – Generation Nordic 2026

ByMagnus Pauli West

22. apríl 2026

Í døgunum 12. til 15. septembur verður norðurlendsk ungdómsráðstevna í Føroyum og tveir av døgunum verða hildnir í Vági í samstarvið við Vágs Kommunu. 

Um ráðstevnuna

Generation Nordic 2026 er ein norðurlendsk ungdómsráðstevna, sum verður hildin í Føroyum 12.–15. september 2026. Her savnast ung í aldrinum 18–30 ár úr øllum Norðurlondum til dagar við íblástri, kjaki, verkstovum, netverki og felagsskapi.

Á ráðstevnuni verður sjóneykan sett á trivnað, burðardygd og samstarv tvørtur um londamørk. Umframt fakliga skrá fáa luttakararnir eisini høvi at uppliva føroysku náttúruna, mentanina og gestablídnina. Lesið meira um ráðstevnuna her.

Tilmeldingin hjá NORA er opin!

Vit hava nú latið upp fyri tilmeldingum til Generation Nordic, sum verður í Føroyum 12.-15. september 2026

Innbjóðingin er viðheft, og vit høvdu verið sera fegin um tit kundu hjálpt okkum at deilt hendan møguleikan í tykkara netverki, millum limir, lesandi ella onnur, sum hetta kann vera viðkomandi fyri.

Vit hava eisini viðheft nakrar myndir, sum tit eru vælkomin at nýta, um tit ynskja at leggja kunningina á tykkara heimasíðu ella deila hana á sosialu miðlunum.

Luttøkan er ókeypis fyri tey, sum verða vald, og umsóknarfreistin er 1. juni 2026.

Tit finna meira kunning og umsóknarskjalið her: Generation Nordic 2026 – Youth Summit

Tit eru sjálvandi vælkomin at seta tykkum í samband við Hildur H. Durhuus, verkætlanarsamskipari hjá NORA, á hildur@nora.fo um tit hava spurnigar.


Facebook viðmerkingar