Kunnandi fundur um felags eplaveltu í Vági

BySuðuroyarportalurin

24. apríl 2026

Í eina tíð hevur verið arbeitt við ætlan um felags eplaveltu í Vági.

Ætlanin fevnir í stuttum um:
• Øll húsarhald í Vági verða boðin við í felags eplaveltuna.

• Tey, sum koma við í ætlanina, skulu verða virkin, tvs.
o taka lut, tá eplaveltan verður gjørd og eplini sett niður.
o taka lut, tá eplini verða tikin upp.
o MEN øll kunnu verða við – eisini tey, sum ikki hava orkuna til at arbeiða í veltuni – tey kunnu t.d. gera kaffi ella baka eina kaku.

• Grundhugsanin er:
o Felags um eplaveltu og góðan felagsskap.
o Skapa samanhald, røra seg, fáa fríska luft og fáa góð eplir afturfyri.

Okur hava fingið eitt stykkið til endamálið (økið millum húsini hjá Ólavur Dahl og Ragnar Vest, sum Jeanna og Hans Mikael í Lágabø eiga), sum er umleið 2.000 fermetrar.

Ætlanin er, at velta somikið nógv eplir, at ein familja (2 vaksin og 2 børn) kann fáa nóg nógv eplir til vetrarhálvuna.

Sunnudagin 26. apríl kl. 17 verður í skúlahøllini í Vágs Skúla kunnandi fundur ætlanina, har øll áhugaði eru vælkomin.

Vegna stigtakararnar

Dennis Holm, Tina Grønbech og Guðrun í Lágabø

Facebook viðmerkingar