Tríggir ungir rógvarar úr Vágs Kappróðrarfelag úttiknir til ungdómslandsliðið

BySuðuroyarportalurin

17. januar 2026

13 ungir rógvarar eru klárir at umboða Føroyar til DM í inniróðri, boðar Róðrarsamband Føroya frá. Tríggir av hesum eru úr Vágs Kappróðrarfelag.

DM í inniróðri verður í Gladsaxe tann 24. januar 2025. Á hesi stevnu fer William Holm Kilgour at rógva í bólkinum U13, og Arnar Daniel Hjaltason og Yngvi Beder Grástein rógva í bólkinum U15.

Arnar og Yngvi fara at rógva 4 minuttir og 200 metrar sprint, og William fer at rógva 2 minuttir og 100 metrar sprint.

Venjarin hjá teimum sigur, at teir hava vant sera hart í kappróðrarneystinum síðani september, og teir hava luttikið í Grand Prix-kappingunum hjá RSF í Føroyum, har teir hava fingið góð úrslit.

Ungdómslandsliðið fer niður fríggjadagin 23. januar og er ferðaliðið heima aftur sunnudagin 25. januar.

Facebook viðmerkingar