Aldargamla seglskipið Lola of Skagen vitjar í Vági. Hetta er fyrsta seglskipið, sum vitjar í ár – góðar fýra mánaðir áðrenn seglskip og seglbátar vanliga koma.
Fyrsti útlendski gesturin í 2026, ið siglir við segli, kom á Vág í gjárskvøldið. Seglskipið kom úr Stornoway, eftir at hava siglt úr Fraklandi, yvir Ermasund, upp við Onglandi og bretsku oyggjarnar. Skipið er á veg til Íslands. Ferðin til Føroyar hevur gingist væl – veðrið hevur verið gott, uttan í Ermasundi, har tað var eitt sindur buldrasligt. Umborð á Lola of Skagen eru 9 fólk – sjey vaksin og tvey børn.
Manningin hevur í dag sæð seg umkring í Vági, har tey eitt nú hava vitjað Vágseiði og verið í Páls Høll. Seinni fara tey út at eta. Í morgin er ætlanin, at ein partur av manningini fer á ein gongutúr eftir varðagøtuni til Trongisvágs og so við Smyrli til Havnar. Manningin letur væl at umstøðunum og landskapinum kring Vágsfjørð. Lola of Skagen fer eftir ætlan víðari til Havnar í morgin, har manningin, ið fer við Smyrli, kemur umborð, og so gongur leiðin til Íslands.
Vágs havn hevur seinastu árini upplivað eina støðuga øking í vitjanum av seglskipum og seglbátum, tó plaga hesi før vanliga at koma um aprílmánaða. So sigast má, at hetta var ein óvæntaður, men vælkomin gestur.
Lola of Skagen er bygt í 1919 í Skagen, men er heimahoyrandi í Bretagne í Fraklandi. Upprunaliga var skipið eitt fiskiskip, men er seinni umgjørt til eitt frítíðarskip, sum kann leigast. Skipið hevur siglt sum leiguskip síðani 1975.


Facebook viðmerkingar