Ivorianskur áleypari til FC Suðuroy

BySuðuroyarportalurin

19. januar 2026

Ivorianski áleyparin Yao Dieudonne, sum er 28 ára gamal, hevur gjørt sáttmála við FC Suðuroy.. 

Talan erum spælarar, sum hevur drúgvar royndir úr donskum fótbólti og sum áður hevur umboðað:

 Odense Boldklub
 Vendsyssel FF
 Thisted FC
 Kolding IF
 Skive IK

Lokalu Fríði Holm og Teit Hjelm, sum m.a. hava myndað áloptið hjá FC Suðuroy seinastu árini, hava sum kunnugt valt at royna aðrar leiðir. Fríði til EB/Streym og Teit til ÍF. Av somu orsøk hevur FC Suðuroy eisini leitað eftir áleypara – og valið fall altso á ivorianska Yao.

Facebook viðmerkingar