Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, á móttøku umborð á Norrønu 17. januar 2026

BySuðuroyarportalurin

18. januar 2026

Góðu leikarar, venjarar, familjur, Hondbóltssambandið, stuðlar og góðu tit øll, sum eru her

Tá ið norskir víkingar settu kós móti Føroyum fyri yvir 1000 árum síðan og síðani settu búgv í Føroyum, høvdu teir neyvan roknað við, at vit fóru at venda aftur við sovorðnari megi og flottasta flaggskipinum – Norrønu – og við slíkum víkingum sum okkara landsliði. Høvdu teir gomlu víkingarnir vitað aftur í verðina. Føroyingar hava nú gjørt innrás í Norra – upp á tann góða mátan. Eisini við okkara egna flogfelagi.

Úr kvæðinum um Ormin Langa hoyra vit, hvussu kongurin savnar saman sínar reystastu ungu menn at fara yvir um hav at vinna kappabrøgd, og ”at lunnar brustu og jørðin skalv”, tá ið teir drógu bátin úr neysti. Soleiðis gjørdu teir tá. Men nú standa vit her við okkara reystastu monnum. Tit, sum longu hava vunnið kappabrøgd og sum fingu okkara heim, og heimin allan, at skelva, og sum vunnu bæði stig og øll okkara hjørtu. 

Eisini tí er tað stuttligt at vera í grannatjóðini Norra. Norra, sum tit vunnu famøsa stigið ímóti, og sum vit hava felags víkingauppruna og søgu við. 

Tað hevur verið – og er – ein sonn fragd at fylgja tykkum. Eg, sum øll onnur, eri rakt av hondbóltsfepri, men fepur er ikki, hvat tað var – ein sjúka. Tað er nú ein sinnisstøða, sum so at siga allir føroyingar, úti sum heima, eru í. Yvir 10% av fólkinum er komið úr Føroyum við tykkum. Samanbera vit við Sveis, so skuldu tey havt oman fyri 900 túsund fólk við sær, um milliónina! Føroysku fjeppararnir eru komnir higar at heppa og bera tykkum á stuðlandi vónarveingjum. Soleiðis kunnu vit øll eiga part í tykkum. Og tey, sum eru eftir heima, eru heilt víst líka stuðlandi við tiltøkum og øðrum. Vit merktu longu tíðliga í vikuni, at tað byrjaði tað at blíva lættari at parkera, og ferðslan var munandi minkað heima. Ongin hevur tosað um annað enn, um tit nú allir fóru at verða klárir, um hvussu tað fór at ganga o.s.fr. 

Tá ið vit gingu í skúla, fingu børnini, serliga dreingirnir, frí, tá ið teir skuldu í grind, eftir nátum ella at reka seyð. Nú fáa tey frí at hyggja eftir hondbólti. 

Hondbóltur er felagsskapur. Felagsskapur úti í feløgunum, á liðunum, rundan um liðini, hjá fjepparum, venjarum, sambondum og allastaðni. Uttan felagsskap er ongin hondbóltur. Tá verður tað ein samling av einstaklingum og ikki eitt lið. Eitt lið, sum trýr upp á tað, bæði seg sjálvan og hópin. Eitt lið, sum saman gevur so nógv meira enn summin av einstaklingunum. Tað er, tá ið man eisini ger hvønn annan sterkan, man stendur sterkt. Tað er tað eyka, vit síggja í tykkum, og tað er tað, vit fjepparar so fegin vilja styrkja við okkara rópum, rytmum og róma. 
First we take Berlin, siga øll nú, then we take Oslo! Eg havi hug at siga then we take Malmø! 
Eg var við í Berlin, tá ið tit spældu har. Tá sum nú búði eg í Føroya næststørstu bygd (býi) saman við túsundtals føroyingum, sum fylgja tykkum. Bygdin er nú vaksin úr 5000 upp í 6000, sigst. 

Hvat man tað so vera, sum fær túsundtals fólk at fylkjast í flokk saman við tykkum? Her eru øll sløg av fólki, frá nýføðingum til langommur, grannaløg og bindiklubbar, familja og vinir, arbeiðspláss, ja, ein sera fjølbroyttur hópur. Tað er sjálvsagt fyri at stuðla, men avgjørt eisini tí tey merkja, at tit geva teimum nakað. Tit geva tjóðini sjálvsvirði og sjálvsálit. Tit raka føroysku fólkasálina.

Eitt, sum eg havi lagt til merkis við tykkum, og sum eg meti vera so virðismikið, er at síggja tykkum fara út á skúlarnar til børnini – og annað í sambandi við børn, eisini tá verður man so góður við tykkum. At tit geva tykkum tíð til tað hevur sera nógv at siga fyri smáu børnini. Tey spegla sær í tykkum. Tit læra tey at droyma stórt, og at dreymar verða til veruleika, um man arbeiðir miðvíst fyri teimum. Tit læra tey at trúgva upp á egna megi, felagsskap, arbeiðssemi og at seta sær mál. Tað er sum í halgubók, tey læra, at onki er ógjørligt hjá tí, sum trýr. 
Týdningurin av positivum fyrimyndum kann ikki metast nóg høgt. Og eg má siga, sum eg plagi at siga, at tá ið vit vóru yngri, vóru so at siga ongar føroyskar fyrimyndir fyri børnini. Tær flestu vóru útlendingar. Tað gav børnum fatanina av, at slíkt kundu vit í Føroyum nokk ongantíð blíva góð nokk til. Onkuntíð var enntá sagt, at føroyingar nokk ongantíð kundu gera seg galdandi í hondbólti, tí føroyingar vóru ov lítlir av vøkstri. Og hygg so í dag. Tit spæla við heimsins bestu liðum. Tað er so heilt fantastiskt, at tað kann ikki rúmast í nakrari tøkk. Tó so fari eg vegna landsstýrið og okkum øll í Føroyum at bera tykkum allar hjartans takkir.

Tað er virkuliga stuttligt at síggja tykkum spæla. Hvussu fimir, djarvir og skjótir tit eru. Tað er ikki bara ítróttur, men list. Sum gandur. Tit mugu vera gjørdir úr onkrum heilt serligum. Onkuntíð gera tit tað eisini alt ov spennandi!

Tá ið tit renna inn á vøllin at spæla landsdyst, og tjóðsangurin verður sungin, er hjartað um at bresta. Tað rørir heilt inn í innasta hjartakamarið, sum hjá so mongum ofta er læst. Tann lykilin hava tit. Tit savna okkum sum fólk og tjóð. Vit verða eitt. Og at tað so stendur á troyggjunum «at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið» ja tá verður tað ikki vakrari. Tit umboða okkum øll. Líkamikið hvat annars kann skilja okkum, so kunnu tit savna. Tí hava tit so ómetaligan týdning fyri Føroyar, eisini størri enn í ítróttarhøpi. Tit læra okkum at standa saman, at hava álit á okkum sjálvum, at trúgva upp á okkum sjálvi og á alt tað góða, vit hava í Føroyum. Tit læra okkum, at brúka vit okkara egnu styrkir, so eru møguleikarnir markleysir. Tit eru ivaleysir, bert dirvið er at síggja. Soleiðis byggja tit land. Dyst fyri dyst. Stigini, tit vinna, eru ikki skrivað við blekki, men við hjartablóði.

Og hóast stjørnur vanliga eru í eini hægri sferu, so hava tit ikki mist fótafestið. Tit eru eisini bara heilt vanligir ungir menn, synir, sjeikar, pápar, ommu- og abbasynir, brøður, vinmenn o.s.fr. Eisini tað eru vit felags um. Vit eru bara menniskju. Og tit eru besta prógv um, at bjartastu stjørnur lýsa øll onnur upp. 

Má øll eydna fylgja tykkum á leiðini. Dystir koma og fara, men tað, sum tit higartil hava megnað, fer at vara. Tit eru søguligir, og vit stuðla treytaleyst. Njótið bara dystirnar, og at tit eru komnir so langt.  

Góðu tit øll

Tað var rørandi at koma inn í høllina í gjár. At síggja øll fólkini í landsliðsblusum, við fløggum og øðrum, sum ímyndar Føroyar. Á bróstinum aftast í høllini hekk ein røð av fløggum. Og millum øll hini fløggini, har átti okkara vakra Merki pláss. Har vóru vit umboðað eins og øll onnur. Eisini soleiðis vísir ítróttin bæði veg, og hvat Føroyar í veruleikanum megna. Tað stendur øllum greitt, at altjóða luttøka í ítrótti er grundleggjandi og neyðug fortreyt fyri allari menning. Tí er atgongd til altjóða vallir avgerandi. Tað er bara við at spæla móti teimum bestu, man verður best. At tað er soleiðis í øllum lívsins viðurskiftum er onki at ivast í.  

Góðu tit allir
Tit eru, sum sagt, søguligir, men Føroyar hava eisini søguliga leverað ein kong til Norra. Sverri kongur, sum vaks upp í Kirkjubø, var kongur í Norra í 1100-talinum í heili 25 ár. Tá fingu tey ein kong frá okkum, men nú fáa tey eitt heilt lið av kongum við einum herskara av fjepparum. Nú bresta lunnar, og jørðin skelvur. Tað upplivdu vit longu í gjár, tá ið tit vunnu fyrsta stigið. Av hjarta til lukku við tí og drívið á. Vit eru við tykkum allan vegin.

Facebook viðmerkingar