Tvøroyrar kommuna: Nú vit eru komin væl inn í nýggja árið, fer Tvøroyrar kommuna at taka upp aftur, væl umtókta morgunmatartilboðið til borgarar í Tvøroyrar kommunu, í aldrinum 65 og uppeftir. Luttøka er ókeypis og morgunmatur einaferð um ársfjórðingin – fyrstu ferð nú ónsmorgun 28. januar 2026, á Seglloftinum. Allir borgarar í Tvøroyrar kommunu, 65 ár og upp, eru hjartaliga vælkomnir.
SERA GOTT MORGUNMATARBORÐ
Í ár verður enn meira gjørt burtur úr úrvalinum á matarlepanum. Millum mongu, leskiligu vørurnar á borðunum, kunnu nevnast: Heimabakaðir bollar, rugbreyð, 2 sløg av osti, hamburgararyggur, tvey sløg av súltutoy, rørd egg, roykt flesk, smáar pylsur, wienarbreyð, 3 sløg av frukt, 2 sløg av juice, kaffi, te og mjólk.
HVAT GER ELDRARÁÐIÐ
Finnleif Guttesen, Tvøroyri, er næstformaður í Eldraráðnum í Suðuroynni, ið eisini telur Marionnu Jacobsen, Tvøroyri. Kl. 10:30 fer hann at greiða frá hvat tað inniber at at vera í Eldraráðnum. Um Eldraráðið ber annars til at lesa, at Eldraráðið er ráðgevi hjá Bú- og Heimatænastuni (BHS), og millumlið í samskiftinum millum eldru borgararnar í Suðuroynni og BHS. Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at royndir og vitan hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.
Hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu á Seglloftinum, við góðum mati, samveru og práti.


Facebook viðmerkingar