Workation Week í Vági

BySuðuroyarportalurin

22. januar 2026

Arbeið, uppliv og ger mun – í Føroyum

Workation Week er eitt nýtt ferðavinnuátak í Vági, ætlað føroyingum, ið kunnu arbeiða fjararbeiði – ella í samráð við arbeiðsplássið brúka eina viku í Vági. Tú flytir arbeiðsplássið til Vágs í eina viku, arbeiðir sum vanligt og gerst samstundis partur av einum livandi lokalum og sosialum samfelagi.

Hvat er Workation Week?

Tú arbeiðir títt vanliga arbeiði sum fjararbeiði, og/ella kanst gera sjálvboðið arbeiði í lokalsamfelagnum, t.d. við at:

  • venja ella venja saman við einum ítróttaliði
  • fyriskipa verkstovu ella skeið
  • samstarva við lokala fyritøku ella felag

Hetta skapar nýggj sambond og íblástur – bæði fakliga og sosialt.

Praktisk kunning

  • Tíðarskeið: 16.–28. februar (viku 8 og 9)
  • Málbólkur: Føroyingar, ið arbeiða ella kunnu arbeiða fjarfrá
  • Gisting: Smáttur í Vági – sertilboð 3.000 kr. fyri eina viku
  • Arbeiðsumstøður: arbeiðspláss í smáttunum og møguleiki at arbeiða í hølum hjá Vágs Kommunu

Tiltøk

Báðar vikurnar bjóða:

  • vitjan í skrivstovulandslagi hjá Vágs Kommunu
  • felags matkvøld
  • framløgu og verkstovu
  • sosiala samveru og netverksbyggjan

Upplivingar í februar

Workation Week fellur saman við Virkin Vágur, har eini 80 ókeypis heilsuátøk eru á skránni. Harumframt eru:

  • matstovur og handlar opnir
  • Páls Høll opin
  • Hjá Jugga er opið fríggjakvøld og leygarkvøld
  • Fyrstu altjóða talgildu nomadarnir í 2026 koma til Vágs.

Eitt arbeiðslív – eitt lokalsamfelag

Workation Week er eitt royndarátak, sum sameinir arbeiðslív, ferðavinnu og lokala menning – har tú arbeiðir aðrastaðni enn vanliga og samstundis gevur nakað aftur til eitt lokalsamfelag.

Áhugað/ur?

Skriva til info@vagur.fo ella ring á 239390 fyri meira kunning og at bíleggja pláss. Freistin at bíleggja pláss er 8. februar 2026.

Facebook viðmerkingar