Tænastugjøld á tóm hús í Fámjin, men ikki í Porkeri

BySuðuroyarportalurin

27. januar 2026

Porkeris kommuna viðgjørd í desember spurningin um tænastugjøld á tóm hús. Ása Holm, borgarstjóri greiðir frá, at tey hava avgjørt ikki at leggja tænastugjøld á hús, tí tað eru í løtuni ikki nógv tóm hús í Porkeri. Ein onnur orsøk er, at tað krevur nógv av umsitingini í einari lítlari kommunu at krevja inn tænastugjaldið. Borgarstjórin leggur afturat, at um tað gerst ein avbjóðing við nógvum tómum húsum, so fara tey at taka málið uppaftur.

Tænastugjald á tóm hús í Fámjin

Í minstu kommunu í Suðuroynni, Fámjin, hava tey gjørt av at leggja tænastugjøld á tóm hús. Hetta varð einmælt samtykt í kommunustýrinum og tænastugjaldið verður 7.000 kr. um árið.

Lesast kann um tænastugjøld í hinum kommunum í Suðuroynni í greinunum niðanfyri.

Facebook viðmerkingar