Sunnudagin 1. feb. kl. 15 – 17 verður tiltak í í Húsinum við Á í Porkeri, har greitt verður frá møguleikunum at søkja NORA um stuðul. NORA stuðlar verkætlanum, sum menna útjaðaraøkið í Norðuratlantshavinum og Arktis, har samfeløgini ofta hava somu og líknandi avbjóðingar, og tí kunnu samstarva og læra av hvør øðrum.
Um tiltakið:
VISTI TÚ, AT TÚ KANN SØKJA NORA UM STUÐUL?
• Arbeiðir tín fyritøka, tín stovnur ella tín kommuna við menning?
• Og kundi tú hugsa tær at samstarva við og fingið íblástur frá øðrum?
So liggur tað beint til høgra beinið at søkja NORA um stuðul til tína verkætlan.
Tí NORA stuðlar verkætlanum, sum menna útjaðaraøkið í Norðuratlantshavinum og Arktis, har samfeløgini ofta hava somu og líknandi avbjóðingar, og tí kunnu samstarva og læra av hvør øðrum.
NORA hevur latið stuðul bæði til fyritøkur, stovnar, kommunur os.fr. – og nú kanst tú fáa meiri at vita um, hvussu eisini tú kann søkja NORA um stuðul.
—
Tiltakið verður í Húsinum við Á í Porkeri sunnudagin 1.feb. kl.15-17.
Skrá:
– Vælkomin, Anna Brattaberg
– NORA, Halla Nolsøe Poulsen
– Framførsla við Tonika
– Framløgur um verkætlanir við stuðulsjáttan,
Agnes Mols Mortensen
Dennis Holm
Eftir framløgurnar verður kaffi og køka at fáa.
Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Suðuroyggin framá #3 – Menningartiltøk
Suðuroyar Tjóðveldisfelag bjóðar enn einaferð til eitt “Suðuroyggin framá” tiltak.
Endamálið við tiltøkunum er at varpa ljós á aktuel evni, ið eru serliga viðkomandi suðuroyingum og menning av Suðuroynni. Tí eru tiltøkini eisini fyri øll.
Hetta er triðja tiltak í røðini, og hesuferð hava vit valt at varpa ljós á menningartiltøk.


Facebook viðmerkingar