Skattalistin 2024 fyri Vágs kommunu

BySuðuroyarportalurin

4. november 2025

Skattalistin 2024 fyri Vágs kommunu liggur alment frammi á býráðsskrivstovuni frá tórsdegnum 6. november til og við  fríggjadagin 21. november 2025.

Skrivstovan er opin:
Mánadag – Tórsdag kl. 8.00-16.00
Fríggjadag kl. 8.00-15.00

Hvørt ár verður ein listi yvir skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi – bæði einstaklingum og fyritøkum – lagdur fram til alment eftirlit.

Heldur tú, at skattaálíkningin hjá tær ella øðrum skattgjaldara ikki er røtt, hevur tú møguleika at kæra um hetta til økisskrivstovuna.

Facebook viðmerkingar