Kaðal-arbeiðið í Hovstunlinum liðugt

BySuðuroyarportalurin

5. februar 2026

Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at leggja kaðal gjøgnum Hovstunnilin, soleiðis at øll Suðuroyggin nú er kaðal-løgd og gomlu luftlinjurnar fara í søguna.

Arbeiðið við at leggja kaðal í Hovstunlinum hevur verið gjørt um náttina og hevur hetta eisini ført við sær, at Hovstunnilin hevur verið stongdur um náttina. Í Hovstunlinum er stoytpur ein verjugarður í øðrum borðinum av tunlinum. Grús verður lagt í botnin, kaðlarnir lagdir í, og síðani er grús fylt útyvir.

Hetta arbeiðið er nú liðugt og Hovstunnilin er nú opin sum vant.

Hetta merkir eisini, at Suðuroyggin er 100% kaðal-løgd. Umframt Suðuroynna, so eru tær smærru oyggjarnar Nólsoy, Koltur, Hest, Mykines og Skuvoy eisini kaðallagdar. Hetta er eisini galdandi fyri Sandoy og Borðy, og Kallsoy og Vágar eru 99% lagdar í kaðal. Fjarðaspenni eru tó millum nakrar av hesum oyggjum.

Lesið eisini:

Facebook viðmerkingar