VB – H71 í steypafinaluni hjá U16 fríggjakvøldið

BySuðuroyarportalurin

19. februar 2026

Í einum spennandi dysti ímóti KÍF í høllini í Kollafirði vann VB hálvfinaluna hjá U16 dreingjum við 33-31. Hetta var 31. januar og nú fríggjakvøldið (20. februar) er so steypafinalan hjá U16 dreingjum á skránni í stórhøllini við Tjarnir.

VB dreingirnar spæla ímóti H71 og dysturin byrjar kl. 20.00.

VB skrivar á Facebook-vanganum, at tey vóna, at nógv fólk koma at stuðla VB-dreingjunum í steypafinaluni.

Facebook viðmerkingar