Kunningartiltak á Miðnám í Suðuroy og á Serbreytini á Miðnám

BySuðuroyarportalurin

2. mars 2026

Tórskvøldið 5. mars fara vit at hava opið hús og bjóða øllum til eitt áhugavert kunningarkvøld á Miðnám í Suðuroy.

Her fært tú møguleika at kunna teg um útbúgvingarnar, ið vit bjóða á Miðnám í Suðuroy, so hevur tú eisini møguleika at síggja skúlan, fáa eitt prát við lærararnar og hoyra um gerandisdagin og virksemi á skúlanum.

Skráin:
– Marita Gunnarstein Nielsen, rektari bjóðar vælkomin
– Næmingar leggja fram um Nordplus ferð til Karlskrona
– Umboð úr næmingaráðnum greiða frá um skúlaumhvørvið og um virksemi teirra á skúlanum.
– Næmingar leggja fram um námsferð til Barcelona
– Tónleikur við húsaorkestrinum og Tróndur Enni.

Á Miðnám í Suðuroy bjóða vit búskaparbreyt, hugbreyt og náttúrubreyt, ið eru gymnasialar miðnámsútbúgvingar. Eisini bjóða vit FHS yrkinsnám, serbreyt og føroyskt sum annaðmál (FSA).

Komandi næmingar, foreldur og onnur áhugaði eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld og fáa nærri kunning um útbúgvingarmøguleikar, skúlaumhvørvi, vallærugreinir, stuðulsmøguleikar og annað. Eisini ber til at tosa við lestrarvegleiðarar og umboð fyri tær ymsu lærugreinarnar.

Vit bjóða eisini ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Verið vælkomin á Miðnám í Suðuroy tórskvøldið 5. mars kl.19:00.

Tórskvøldið verður eisini opið hús frá kl. 19 í Serbreytini á Miðnám í Suðuroy, sum heldur til í Hovs skúla.

Facebook viðmerkingar