Fyrireikingararbeiði til asfaltering heldur fram á Vágsvegi

BySuðuroyarportalurin

4. mars 2026

Vágs kommuna: Fyrireikingararbeiði til asfaltering av Vágsvegi – frá minnisvarðanum og út til rundkoyringina – er fari í gongd. Bilførarar og fólk til gongu mugu ansa sær.

Graviarbeiði, kaðalarbeiði og kloakarbeiði verður nú gjørt á Vágsvegi. Arbeiðini verða gjørd í sambandi við asfalteringina av hesum vegastrekkið. Arbeiðsmenn á vegatoyminum hjá kommununi, Føroya Tele og aðrir undirveitarar standa fyri arbeiðinum.

Vágs Kommuna heitir á bilførarar og fólk til gongu um at ansa sær á hesum vegastrekkið. Ristir verða tiknar upp og grivið verður fyri kaðalum og líknandi, soleiðis at klárt verður at asfaltera.

Í fíggjarætlanini fyri 2026 er avsettur peningur til at asfaltera allan Fossáveg og uttara part av Vágsvegi – frá rundkoyringini og vestur til minnisvarðan.

Miðja verður eftir, at asfalteringin fer í gongd eftir páskirnar.

Facebook viðmerkingar