Leygardagin 7. mars 2026 var Nordic Indoor Championships róð í talgildari kapping. Róðrarsamband Føroya skipaði í hesum sambandi fyri felags karmum til føroyskar rógvarar í ítróttarhøllini við Streymin.
Í alt 38 íkarar, sum samanlagt róðu 59 setur, valdu at savnast til kappingardagin saman við øðrum rógvarum og Róðrarsambandi Føroya. Í Róðrarsambandinum fegnast vit um góðu undirtøkuna, tí slík tiltøk eru við til at styrkja felagsandan í inniróðrarumhvørvinum. Tá rógvarar savnast á hendan hátt, fáa tey høvi at stuðla hvørjum øðrum og uppliva kappingina saman – nakað, sum ikki altíð er møguligt, uppá sama máta til vanligar kappingar.
Eisini skipaðu nøkur feløg fyri hugnaligum kappingardegi í egnum hølum. Millum annað skipaðu Vágs Kappróðrarfelag og Kappróðrarfelagið Tindur fyri felags tiltøkum í sínum kappróðrarneystum. Hetta er eisini við til at styrkja samanhaldið í teimum einstøku feløgunum.
60 heiðursmerkir til føroyskar rógvarar
Enn einaferð prógvaðu føroysku rógvararnir, at Føroyar eru ein róðrartjóð við stóra R.
Samanlagt róðu føroyskir íkarar 92 setur kring landið (staffettir ikki íroknaðar). Úrtøkan var sera góð:
60 heiðursmerkir í alt.
Hetta merkir, at føroyskir rógvarar vunnu 75% av øllum teimum møguligu heiðursmerkjum í teimum bólkum, har føroyskir íkarar luttóku.
Heiðursmerkini vóru býtt soleiðis:
- 25 gull
- 18 silvur
- 17 bronsu
Takk fyri stuðulin
Róðrarsamband Føroya vil takka Sunda Kommunu fyri stuðul til tiltakið. Eisini verður takkað Eiðis Róðrarfelag og KÍF Kappróður fyri lán av rógvimaskinum.
Úrslitini hjá føroysku íkarunum síggjast niðanfyri. Úrslitini fyri staffettkappingarnar eru ikki tøk enn.
Úrslit – føroyskir rógvarar
Minuttir og 1000m, 2000m og 6000m
U11 Dreingir – 2 min
Nr. 1 Rókur Andrésson Kruse – 487 m
Nr. 3 Benjamin Poulsen – 421 m
U12 Gentir – 2 min
Nr. 1 Jóhanna Høghamar – 452 m
U12 Dreingir – 2 min
Nr. 2 Áslakur J. Vang – 465 m
Nr. 3 Ravnur Restorff – 464 m
Nr. 5 Andrias Marek Lind Johannsesen – 398 m
Nr. 6 Bóas Akurstein – 375 m
Nr. 7 Mika Lind Símunarson – 328 m
U13 Dreingir – 2 min
Nr. 1 William H. Kilgour – 538 m
Nr. 2 Jón Eli Ludvig – 518 m
Nr. 3 Niclas Poulsen – 510 m
Nr. 4 Ingvard Poulsen – 500 m
Nr. 5 Jógvan við Misá – 481 m
U14 Gentir – 3 min
Nr. 1 Amanda Santos Davidsen – 777 m
U14 Dreingir – 3 min
Nr. 1 Baldur Hvamsgjógv – 848 m
Nr. 2 Martin Mikkelsen – 844 m
Nr. 4 Brandur Reginsson – 757 m
U15 Gentir – 4 min
Nr. 1 Sirið Mørkøre – 1069 m
Nr. 2 Victoria Høghamar – 1049 m
Nr. 3 Anna Drós Sommer – 1027 m
U15 Dreingir – 4 min
Nr. 1 Rókur Strøm – 1203 m
Nr. 2 Arnar Daniel Hjaltason – 1197 m
Nr. 3 Yngvi B. Grástein – 1194 m
Nr. 8 Bárður D. Augustinussen – 1018 m
U16 Gentir – 2000 m
Nr. 1 Eyðbjørg Eidesgaard – 08:18.1
Nr. 2 Ronja Djónadóttir – 08:26.6
U16 Dreingir – 2000 m
Nr. 1 Áron Jónsson – 07:12.7
Nr. 2 Hans Vitus S. Samuelsen – 07:24.5
Nr. 3 Boas Høghamar – 07:43.9
U17 Gentir – 2000 m
Nr. 1 Kristvør Kjærbo Clementsen – 07:42.0
Nr. 2 Vár Dánjalsdóttir í Húsinum – 07:45.6
U17 Dreingir – 2000 m
Nr. 4 Pætur Krosstein – 07:04.0
Nr. 5 Ørvar á Reynatúgvu – 07:09.0
U18 Gentir – 2000 m
Nr. 1 Poula Christiansen – 07:27.7
U18 Dreingir – 2000 m
Nr. 1 Teitur Borg Brattaberg – 06:36.7
Nr. 2 Pætur Jógvansson Danielsen – 06:50.9
U19 Kvinnur – 2000 m
Nr. 2 Nanna Schiller Jóannisdóttir – 08:14.0
U19 Menn – 2000 m
r. 3 Pauli Joensen – 06:38.1
Nr. 6 Nóa Heri Rúnason – 06:44.1
U23 Kvinnur – 2000 m
Nr. 2 Mira Winther Klit – 07:50.9
LW Kvinnur – 2000 m
Nr. 1 Sarita Kristina Hansen – 07:31.7
LW Menn – 2000 m
Nr. 3 Kristjan Madsen – 07:19.6
LW Kvinnur 27+ – 1000 m
Nr. 1 Sarita Kristina Hansen – 03:33.9
Opin bólkur menn – 2000 m
Nr. 2 Símun Heinesen – 06:15.2
Nr. 5 Eli Thorsteinsson – 06:34.8
Opin bólkur menn – 1000 m
Nr. 1 Marnar W. Niclasen – 02:56.3
Nr. 2 Símun Tórur Joen-Jacobsen – 03:03.4
Menn 40+ – 1000 m
Nr. 1 Jóhan Klæmintson Jacobsen – 02:57.6
LW Menn 40+ – 1000 m
Nr. 1 Kristjan Madsen – 03:27.9
Kvinnur 50+ – 1000 m
Nr. 5 Jóna Danielsen – 03:53.4
Opin bólkur kvinnur – 6000 m
Nr. 1 Jóhanna av Steinum – 23:27.7
Sprint
U13 Dreingir – 100 m
Jógvan við Misá – 22.5 sek
Rókur A. Kruse – 22.9 sek
Áslakur Vang – 24.9 sek
U15 Gentir – 200 m
Sirið Mørkøre – 38.0 sek
Anna Drós Sommer – 39.6 sek
Victoria Høghamar – 40.0 sek
Nr. 4 Amanda Santos Davidsen – 40.4 sek
U15 Dreingir – 200 m
Yngvi B. Grástein – 33.3 sek
Arnar Daniel Hjaltason – 33.8 sek
Rókur Strøm – 34.1 sek
Nr. 6 Baldur Hvamsgjógv – 35.8 sek
Nr. 7 Martin Mikkelsen – 35.9 sek
Nr. 9 Jógvan Fríði Christiansen – 38.5 sek
Nr. 12 Bárður D. Augustinussen – 42.0 sek
Nr. 16 Brandur Reginsson – 43.7 se
U17 Gentir – 200 m
Vár Dánjalsdóttir í Húsinum – 36.0 sek
Eyðbjørg Eidesgaard – 38.9 sek
Nr. 5 Ronja Djónadóttir – 41.5 sek
U17 Dreingir – 200m
Nr. 4 Áron Jónsson – 33.5 sek
Nr. 8 Boas Høghamar – 36.5 sek
Nr. 9 Hans Vitus S. Samuelsen – 36.9 sek
Nr. 14 Adam E. Johannesen – 39.5 sek
U19 Kvinnur – 200m
Poula Christiansen – 36.9 sek
Nanna Schiller Jóannisdóttir – 39.7 sek
U19 Menn – 200 m
Nóa Heri Rúnason – 31.1 sek
Pauli Joensen – 31.2 sek
Nr. 4 Pætur Jógvansson Danielsen – 32.9 sek
U23 Kvinnur – 200m
Mira Winther Klit – 35.8 sek
Opin bólkur kvinnur – 200 m
Vár G. Hansen – 31.2 sek
Jóhanna av Steinum – 34.4 sek
Nr. 6 Sarita Kristina Hansen – 37.2 sek
Opin bólkur menn – 200m
Marnar W. Niclasen – 29.3 sek
Nr. 4 Símun Tórur Joen-Jacobsen – 30.3 sek
Kvinnur 27+ – 200m
Nr. 4 Sarita Kristina Hansen – 36.9 sek
Kvinnur 40+ – 200m
Jóhanna av Steinum – 34.5 sek
Kvinnur 50+ – 200m
Nr. 5 Anna Christiansen – 40.2 sek
Nr. 8 Jóna Danielsen – 40.8 sek
Menn 40+ – 200m
Jóhan K. Jacobsen – 29.9 sek
Nr. 7 Kristjan Madsen – 32.8 sek
Nr. 10 Finnur Joen-Jacobsen – 34.8 sek
Nr. 12 Eli Thorsteinsson – 1:38.9
Samandráttur
- 25 gull
- 18 silvur
- 17 bronsu


Facebook viðmerkingar