Eyðtór til FC Suðuroy

BySuðuroyarportalurin

10. mars 2026

FC Suðuroy: FC Suðuroy hevur gjørt ein 2 ára sáttmála við 17 ára gamla Eyðtór Eyðsteinsson Joensen.

Eyðtór er ein spennandi ungur spælari, sum longu hevur gjørt vart við seg bæði á landsliðs- og vaksnamannastigi. Í 2025 spældi hann 3 dystir fyri U17 og 3 dystir fyri U19 landsliðið hjá Føroyum, og í 2026 hevur hann higartil spælt 1 U19 landsdyst.

Hóast sín unga aldur fekk hann eisini royndir í fremstu røð í føroyskum fótbólti, har hann spældi 19 dystir fyri TB í Betri deildini í 2025.

Vit eru sera fegin um at fáa Eyðtór til felagið og gleða okkum at síggja hann taka næsta stig í menningini – í bláu troyggjuni hjá FC Suðuroy.

Facebook viðmerkingar